Ferðast í Eysturoy | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Gjógv, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njótið tríggjar dagar og tvær nætur í Eysturoynni. Oyggin bjóðar ógloymandi upplivingar frá morgni til myrkurs.

Tit gista á Gjáargarði í vøkru mentabygdini Gjógv.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á Gjáargarði. Her fáa tit notið friðin og góða matin til fulnar. 

Tit fara eisini ein spennandi gongutúr við ferðaleiðara niðam á hægsta fjallið í Føroyum. Túrurin niðan á Slættaratind, sum hevjar seg 880 metrar úr sjónum, er lættur og barnavinarligur. Á leiðini greiðir ferðaleiðarin frá um mongu søguligu hendingarnar í norðasta partinum í Eysturoynni.

Hetta er pakkin til tín, sum vilt ferðast í Føroyum og uppliva Eysturoynna í summar. Vel dagar og bóka túrin.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Gjógv
Eiði
Slættaratindur
Funningur
Eysturoy
Risin & Kellingin

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í Eysturoy | 2 nætur - day 1

Vælkomin til Gjáar

Ferðin er byrjað. Gjógv liggur í sjáldsama vakrari náttúru, og her fara tit at halda til í tvær nætur á Gjáargarði.

Góð tænasta og heimligur hugni eyðkennir Gjáargarð. Her eru allir hentleikar, so tit kunnu savna tykkum um friðin og nærveruna.

Um kvøldið verður borðreitt við einum betri bita. Væl gagnist!

Day 2
Ferðast í Eysturoy | 2 nætur - day 2

Gongutúrur niðan á Slættaratind

Njótið góða morgunmatin á gistingarhúsnum. Síðani kemur ein ferðaleiðari eftir tykkum á Gjáargarði og fer við tykkum fyrst við bili til Eiðisskarð og haðani til gongu niðan á tromina í Føroyum. Á Slættaratindi er frítt útsýni yvir allar oyggjarnar.

Til ber eisini at fara við ferðaleiðara í vakra Ambadal heldur enn niðan á Slættaratind. Tit velja.

Njótið kvøldarkvirruna í bygdini. Børnini kunnu spraka á fittliga vøllinum nærindis ella spæla sær í ánni og hylinum í bygdini.

Day 3
Ferðast í Eysturoy | 2 nætur - day 3

Farvæl Gjógv

Byrja dagin við einum góðum morgunmati, áðrenn tit takka fyri tykkum á Gjáargarði. Nú kunnu tit njóta serstøku náttúruna í Eysturoynni.

Steðgið á Gjáarskarði og farið beinu leiðina niðan á Hvíthamar. Túrurin er bara 10 minuttir og útsýnið einastandandi. Steðgið eisini á í Funningi, har snotiliga gamla føroyska trækirkjan stendur.

Good to know

Tá ið tú hevur bókað túrin, setir Guide to Faroe Islands seg í samband við teg. Tú fært nærri kunning og endaligu ferðaskránna.

Terms of service

Video

Similar tours