Ferðast í Havn | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Tórshavn, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njótið tríggjar dagar og tvær nætur í høvuðsstaðnum. Hetta er møguleikin hjá tykkum at slappa av við óføra góðum útsýni yvir Havnina. Tit gista á Hotel Føroyum, har tit verða borin á lógvum frá tí løtu, tit trína inn í forhøllina.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á nýumvældu matstovuni á gistingarhúsinum, har kokkarnir kína fyri hvørjum einasta rætti. 

Tit fara eisini ein óføran gongutúr við ferðaleiðara av Argjum, um Kirkjubøreyn og til Kirkjubøar. Setið bilin við Skúlan á Argjahamri, og her tekur ein royndir ferðaleiðari ímóti tykkum. Nú gongur leiðin um Kirkjubøreyn, og nakað seinni koma tit til Kirkjubøar. Á hesum søguliga stað hoyra tit suðið frá havinum og merkja forna mentanararv okkara heilt nær. Ein hýruvognur kemur eftir tykkum og koyrir tykkum aftur til bilin, sum stendur á Argjum.

Tit kunnu eisini leggja ein ríðitúr aftrat í keypskurvina. Berg Hestar skipa fyri túrinum á rossabaki beint við síðuna av Hotel Føroyum.   

Hetta er pakkin til tykkum, sum vilja ferðast í Føroyum og uppliva Havnina í summar. Vel dagar og bóka.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Kirkjubøur
Tinganes
Tórshavn
Streymoy
Argir
Havnardalur
Reyn
Skansin

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í Havn | 2 nætur - day 1

Vælkomin til Havnar

Finn teg til rættis í stásiliga kamarinum á Hotel Føroyum. Her gista tit komandi tvær nærturnar.

Um kvøldið verður borðreitt við einum betri bita á nýumvældu matstovuni.

Day 2
Ferðast í Havn | 2 nætur - day 2

Gongutúrur til Kirkjubøar við ferðaleiðara

Í dag fara tit ein góðan gongutúr um Kirkjubøreyn við ferðaleiðara. Byrja dagin við einum leskiligum morgunmati á matstovuni á Hotel Føroyum.

Klokkan 11 stendur ein ferðaleiðari klárur at taka ímóti tykkum við Skúlan á Argjahamri. Nú gongur leiðin um Kirkjubøreyn.

Day 3
Ferðast í Havn | 2 nætur - day 3

Farvæl Havnin

Ein rættilig uppliving fyri lívsnjótaran er komin at enda.

Good to know

Tá ið tú hevur bókað túrin, setir Guide to Faroe Islands seg í samband við teg. Tú fært nærri kunning og endaligu ferðaskránna.

Terms of service

Video

Similar tours