Ferðast í miðbýnum í Havn | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Áarvegur, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njót tríggjar dagar og tvær nætur í miðbýnum í Havn. Hetta er møguleikin hjá tykkum at slappa av í høvuðsstaðnum. Tit gista á Hotel Hafnia, har blíðskapurin er í hásæti.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á ómetaliga hugnaligu matstovuni Katrinu Christiansen. Her fært tú leskiligar gloypubitar við føroyskum rávørum. 

Tú fert eisini ein óføran stimitúr. Tit loysa undir Bryggjubakka og stevna í stillum út eftir vágni og til Boðanesar og víðari til Hoyvíkar. Skiparin fer at greiða frá spennandi søgum og hendingum á leiðini.

Tit kunnu eisini leggja ein ríðitúr aftrat í keypskurvina. Berg Hestar skipa fyri túrinum á rossabaki við Oyggjarvegin.   

Hetta er pakkin til tín, sum vilt ferðast í Føroyum og uppliva miðbýin í Havn í summar. Vel dagar og bóka túrin.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Tinganes
Tórshavn
Streymoy
Reyn
Skansin

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í miðbýnum í Havn | 2 nætur - day 1

Vælkomin í miðbýin

Fryntligu starvsfólkini á Hotel Hafnia bjóða tær vælkomnum á gistingarhúsið í miðbýnum. Her gistir tú væl í tvær nætur við blíðskapi og góðari tænastu.

Day 2
Ferðast í miðbýnum í Havn | 2 nætur - day 2

Ein dagur í miðbýnum

Byrja dagin við einum góðum morgunmati, áðrenn tit spáka tykkum ein túr millum krókutu gøturnar á Reyni, Heima í Havn og úti í Tinganesi. Síðani fara tit ein hugnaligan stimitúr av undir Bryggjubakka og til Hoyvík og aftur.

Um kvøldið letur Katrina Christiansen dyrnar upp til ein góðan bita við føroyskum rávørum.

Day 3
Ferðast í miðbýnum í Havn | 2 nætur - day 3

Farvæl góði miðbýur

Njót ein góðan morgunmat á gistingarhúsnum. Áðrenn tit takka fyri tykkum á Hotel Hafnia, kunnu tit spáka tykkum niðan í Viðarlundina, sum er ein sonn perla í Havnini.

Good to know

Tá ið tú hevur bókað túrin, setir Guide to Faroe Islands seg í samband við teg. Tú fært nærri kunning og endaligu ferðaskránna.

Terms of service

Video

Similar tours