Ferðast í Mykinesi | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Mykines, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njótið tríggjar dagar og tvær nætur í Mykinesi. At ferðast í Mykinesi er sum at ferðast í ein annan heim. Ótrúligt og ógloymandi.

Fuglalívðið, grøna grasið, friðurin. Mykines er ein perla í Føroyum, og nú kunnu tit njóta hesa ótrúligu oynna í frið á náðum. Tit gista í hugnaligu bygdini, sum liggur oman fyri atløgubryggjuna.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á gistingarhúsi í bygdini, har tit fáa notið summarið, løtuna og góðan mat. 

Tit fara eisini ein frálíkan gongutúr við ferðaleiðara til vitan á Mykineshólmi. Túrurin er lættur og barnavinarligur. Á leiðini út í hólman ganga tit fram við serstaka lundalandinum. 

Hetta er pakkin til tín, sum vilt ferðast í Føroyum og uppliva Mykines í summar. Vel dagar og bóka túrin.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Mykines
Mykineshólmur

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í Mykinesi | 2 nætur - day 1

Vælkomin til Mykinesar

Fryntligi verturin í býlinum í Mykinesi bjóðar tykkum vælkomnum við atløgubryggjuna í Mykinesi. Finnið tykkum væl til rættis í hugnaliga húsinum. Her gista tit í tvær nætur miðskeiðis í bygdini.

Út á kvøldið kunnu tit fara niðaná og líta vestur í hav. Njótið fuglasong og reyðan sólsetur, ja, njótið náttúrunnar stórleika.

Day 2
Ferðast í Mykinesi | 2 nætur - day 2

Gongutúrur út í Mykineshólm við ferðaleiðara

Í dag er ein spennandi gongutúrur á skránni. Byrja morgunin við einum góðum heimagjødum morgunmati.

Ein ferðaleiðari tekur ímóti tykkum uttan fyri húsini klokkan 13 og fer við tykkum allan vegin til vestasta staðið í Føroyum, vitan á Mykineshólmi. Á leiðini út í hólman er rein og órørd náttúra. Hesin túrurin er ein einastandandi uppliving.

Um kvøldið er ein betri biti á skránni. Væl gagnist!

Day 3
Ferðast í Mykinesi | 2 nætur - day 3

Farvæl Mykines

Njótið ein góðan heimagjørdan morgunmat í hugnaligu húsunum. Áðrenn leiðin gongur við Jósupi til Sørvágs, kunnu tit taka tykkum av løttum í friðarligu bygdini.

Til ber eisini at fara ein túr eystureftir á oynni í Djúpadal, har tit síggja niðan á Knúk, sum er hægsta staðið í oynni.

Frídagarnir í Mykinesi eru komnir at enda. Takk fyri ógloymandi upplivingar, Mykines!

Good to know

Tá ið tú hevur bókað túrin, setir Guide to Faroe Islands seg í samband við teg. Tú fært nærri kunning og endaligu ferðaskránna.

Terms of service

Video

Similar tours