Ferðast í Vágum | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Miðvágur, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njótið tríggjar dagar og tvær nætur í vøkru oynni vestantil í Føroyum. Vágar bjóða tykkum ríkar upplivingar í serstakari náttúru.

Tit gista á Gamla Hotelli í Miðvági, sum liggur væl fyri miðskeiðis í bygdini beint við handlar og hugnaligar býlingar.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á gistingarhúsinum, har tit fáa notið eyðkenda gestablídnið í Vágum. 

Tit fara eisini ein frálíkan gongutúr við ferðaleiðara til Fjallavatn. Túrurin er lættur at ganga. Við Fjallavatn er heiðafuglur at hoyra - sonn friðsæla. Síðani gongur leiðin víðari til Reipsáfoss, har frítt útsýni er yvir Víkar. Ein einastandandi sjón og opið hav so langt, eygað røkkur.

Hetta er pakkin til tykkum, sum vilja ferðast í Føroyum og uppliva Vágar í summar. Vel dagar og bóka.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Drangarnir
Gasadalur
Bøur
Vágar
Leitisvatn
Miðvágur
Sørvágur
Tindhólmur
Fjallavatn
Vatnsoyrar

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í Vágum | 2 nætur - day 1

Vælkomin til Vágar

Tey á Gamla Hotelli bjóða tykkum vælkomnum innar í serstaka og hugnaliga gistingarhúsið í Miðvági. Her gista tit í tvær nætur í hugnaligum umstøðum.

Seinnapartin kunnu tit ganga ein túr fram við Leitisvatni og út til Trælanípuna. Her er ótrúliga vakurt og stórbært. Túrurin er 3 tímar samlað.

Er hugurin til tað, ber eisini til at leiga kajakkir á Vatninum. Til ber at leggja hesa upplivingina í keypskurvina.

Day 2
Ferðast í Vágum | 2 nætur - day 2

Gongutúrur til Fjallavatn við ferðaleiðara

Ein upplivingarríkur dagur er fyri framman. Byrja morgunin við einum góðum heimagjørdum morgunmati á Gamla Hotelli.

Tit kunnu koyra ein túr til Bíggjar og Gásadals, har Múlafossur stoytir seg beint á sjógv.

Síðani gongur leiðin til vatnsoyrar. Ein ferðaleiðari tekur ímóti tykkum á Vatnsoyrum klokkan 13 og fer við tykkum til Fjallavatn og undurfullu náttúruna har. Tit fara eisini víðari og skoða út yvir Víkar - ein ógloymandi sjón.

Day 3
Ferðast í Vágum | 2 nætur - day 3

Farvæl Vágar

Njótið ein góðan heimagjørdan morgunmat á hugnaliga gistingarhúsinum. Áðrenn tit fara av oynni aftur, kunnu tit vitja Krígssavnið í SOR-bygninginum beint við flogvøllin. Savnið sýnir seinna heimsbardaga, og hvussu hann ávirkaði gerandisdagin hjá føroyingum og ikki minst hjá vágafólki.

Tit kunnu eisini fara til Bíggjar og stima við einum báti at síggja Drangarnar og síðani Múlafoss úr neðra. Hesa upplivingina ber til at leggja aftrat keypskurvini.

Frídagarnir í Vágum eru komnir at enda. Farvæl Vágar, takk fyri nógvar og góðar upplivingar!

Terms of service

Video

Similar tours