Ferðast í Suðuroy | 2 nætur

24/7 customer support
Best price guarantee
Instant confirmation
Tour starts
Drelnesi, Flexible
Duration:
3 days
Languages:
Faroese
Difficulty:
Easy
Available:
Jun. - Aug.

Njótið tríggjar dagar og tvær nætur í fjarskotnu oynni sunnalagast í Føroyum. Suðuroy er á tremur við góðum upplivingum, sum tit kunnu taka við tykkum víðari á lívsleiðini. Her fáa tit veruliga slappað av saman við tykkara kæru.

Tit gista á spildurnýggja Brim Bed & Breakfast, sum liggur væl fyri miðskeiðis í Vági beint við handlar og hugnaligar býlingar.

Við í pakkanum er eisini ein betri biti á gistingarhúsinum, har tit fáa notið góðar ráðvørur og fjálga tænastu. 

Tit fara eisini ein frálíkan gongutúr við ferðaleiðara til Rituskor, har smala brúgvin toyggir seg tvørturum djúpu skorina. Njótið einastandandi útsýnið yvir Ásmundarstakk og steyrrætta bergið, ið hevjar seg úr sjónum so bringubrætt.

Hetta er pakkin til tykkum, sum vilja ferðast í Føroyum og uppliva Suðuroy í summar. Vel dagar og bóka.

Included

Gisting í 2 nætur
Gongutúrur við ferðaleiðara
Máltíð á gistingarhúsinum

Attractions

Suðuroy
Ásmundarstakkur
Rituskor
Akraberg
Hvalba
Sumba

Daily itinerary

Day 1
Ferðast í Suðuroy | 2 nætur - day 1

Vælkomin í Suður

Fryntligu vertirnir á Brim Bed and Breakfast bjóða tykkum vælkomnum á nýggja gistingarhúsið í Vági. Her gista tit í tvær nætur í hugnaligum umstøðum.

Út á kvøldið kunnu tit fara ein túr niðan á Eggjarnar at síggja ótrúligu náttúruna og roðandi sólsetur.

Day 2
Ferðast í Suðuroy | 2 nætur - day 2

Gongutúrur til Rituskor við ferðaleiðara

Ein spennandi dagur er fyri framman. Byrjið morgunin við einum góðum heimagjødum morgunmati á Brim Bed and Breakfast.

Tit kunnu koyra ein túr til Sumbiar og víðari til Akraberg at síggja vitan, sum stendur á oddinum í Suðuroy í friðsælum umhvørvi.

Síðani gongur leiðin til norðastu bygdina í oynni. Ein ferðaleiðari tekur ímóti tykkum í Sandvík klokkan 13 og fer við tykkum vesturum til stórbæru náttúruna. Her uppliva tit millum annað Rituskor og Ásmundarstakk. Túrurin er lættur at ganga.

Um kvøldið fáa tit ein betri bita á gistingarhúsinum.

Day 3
Ferðast í Suðuroy | 2 nætur - day 3

Farvæl Suðuroy

Njótið ein góðan heimagjørdan morgunmat á hugnaliga gistingarhúsinum. Áðrenn leiðin gongur við Smyrli til Havnar, kunnu tit fara í vælverudepilin Páls Høll at svimja, farið eisini í uttandura hitapott, hitarúm og lekjandi dampbað.

Frídagarnir í Suðuroy eru komnir at enda. Farvæl Suðuroy, vit síggjast aftur!

Good to know

Tá ið tú hevur bókað túrin, setir Guide to Faroe Islands seg í samband við teg. Tú fært nærri kunning og endaligu ferðaskránna.

Terms of service

Video

Similar tours